Innanlands

- Fíggjarlógin fer í ávísan mun at kosta nøkur almenn størv

Hetta staðfestir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í viðtalu við FM1. Hetta millum annað vegna samanlagdir stovnar, niðurlagdar sendistovur og spardar duppultfunktiónir.

Fíggjarlógin gevur eitt yvirskot - nakað sum landsstýrismaðurin vísir á, er ógvuliga týdningarmikið staðfesti Aksel V. Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

Fíggjarlógin gevur eitt yvirskot - nakað sum landsstýrismaðurin vísir á, er ógvuliga týdningarmikið staðfesti Aksel V. Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-30 21:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin varð fíggjarlógin fyri 2027 løgd fram. Hon gevur eitt yvirskot - nakað sum landsstýrismaðurin vísir á, er týdningarmikið.

- Hetta hevur havt nógv at siga í tilgongdini.

Tað staðfesti Aksel V. Johannesen fyri Árna Gregersen í FM1-samrøðu fyrr í dag.

Myndir: Fíggjarlógin løgd fram

Sí eisini: Fíggjarlig og mennsikjalig javnvág á fíggjarlógini

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísti millum annað á, hvussu fíggarpolitiska regluverkið hevur ein leiklut, og at neyðugt er at tálma íløgunum.

Spurdur um fíggjarlógin og ávisar sparingar fara at hava við sær, at summi almenn starv rúka, svarar landsstýrismaðurin, at soleiðis má tað verða. Hetta í ávísan mun 

Tað er vegna millum annað tað, at summir stovnar verða lagdir saman, at summar duppultfuntiónir hvørva - og størv harvið ikki verða sett aftur - og so eru tað niðurløgdu sendistovurnar.

Sí eisini: Sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv steingja

Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen her

Stjórnin: Politikkararnir skulu behaga øllum inn í ævinleikan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder