Uttanlands

– Framvegis møguligt at fara uppí Nato saman við Svøríki

Tað er ein møguleiki, at Finnland kann fara uppí Nato einsamalt, men tað besta hevði tó verið, um Svøríki, Finnland og Turkaland hildu fram at samráðast, sigur finski uttanríkismálaráðharrin

Mótmælisfólkini í Stockholm spæla við trygdina hjá Finnlandi og Svøríki, sigur Pekka Haavisto, uttanríkismálaráðharri í Finnlandi (Mynd: EPA)

Mótmælisfólkini í Stockholm spæla við trygdina hjá Finnlandi og Svøríki, sigur Pekka Haavisto, uttanríkismálaráðharri í Finnlandi (Mynd: EPA)

2023-01-24 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Finnlandi, sum higartil hevur ynskt at fara uppí Nato samstundis sum Svøríki, umhugsa tey nú at fara uppí verjusamgonguna einsamøll. Tað sigur finski uttanríkismálaráðharrin, Pekka Haavisto.

– Vit skulu sjálvandi eftirmeta støðuna, um tað vísir seg, at tilgongdin hjá Svøríki stendur í stað í longri tíð, sigur hann við finsku sjónvarpsrásina Yle í morgun.

Hendan útsøgnin kemur, eftir at Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan hevur boðað frá, at hann ikki vil stuðla svenskum Nato-limaskapi, eftir at Rasmus Paludan, leiðari í danska politiska flokkinum Stram Kurs, fekk loyvi at brenna eina koran frammanfyri turkisku sendistovuni í Stockholm leygardagin.

Les eisini: Erdogan: Turkaland vil ikki stuðla svenskum Nato-limaskapi

Haavisto leggur afturat, at tað tó er for tíðliga at taka støðu til, hvussu Finnland einsamalt skal fara víðari í umsóknartilgongdini, og heldur hann, at tað besta framvegis hevði verið, um Finnland, Svøríki og Turkaland saman kunnu halda fram at samráðast um upptøku í Nato.

Haavisto sigur, at Finnland framvegis sær ein felags veg inn í Nato, og mugu tey gera alt fyri at fáa tað at henda. Tó metir hann ikki, at framstig verða gjørd í málinum áðrenn valið í Turkalandi, sum verður 14. mai.

Les eisini: Val í Turkalandi í mai

Eitt annað, sum hevur skapt øsing í Turkalandi er, at kurdar fyrr í hesum mánaðinum brendu kurdarar eina dukku av Erdogan í Stockholm. Finski uttanríkismálaráðharrin sigur, at mótmælisfólkini spæla við trygdina hjá Finnlandi og Svøríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder