Uttanlands

Vil hava fólk at boykotta pólska forsetavalið

Fyrrverandi ES-forsetin Donald Tusk ætlar sær ikki at atkvøða, tá val eftir ætlan skal vera 10. mai, sigur hann

Donald Tusk var pólskur forsætisráðharri í árunum 2007 – 2014 of ES-forseti frá 2014 – 2019 (Mynd: EPA)

Donald Tusk var pólskur forsætisráðharri í árunum 2007 – 2014 of ES-forseti frá 2014 – 2019 (Mynd: EPA)

2020-04-28 17:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Donald Tusk, fyrrverandi pólskur forsætisráðharri og ES-forseti til 2019, heitir á fólkið í Póllandi um at boykotta forsetavalið, sum eftir ætlan skal vera um tvær vikur.

Pólska stjórnin ynskir ikki at útseta valið hóast koronasmittan herjar. Í staðin leggur hon upp til, at valið skal avgreiðast umvegis brævatkvøðu. Hesum tekur Donald Tusk ikki undir við.

– Tað, sum stjórnin hevur fyrireikað til 10. mai hevur einki við eitt val at gera, sigur hann og leggur afturat, at hann sjálvur ikki ætlar at fara á val, tí han heldur tað vera ótrygt og í stríð við stjórnarskipanina hjá landinum. Hann heldur, sambært Ritzau, at onnur áttu at gjørt tað sama.

Andstøðan í Póllandi krevur, at valið verður útsett, eitt nú hevur pólski heilsumálaráðharrin skotið upp, at mann útsetur valið til 2022. Hetta hevur stjórnin tó noktað at gjørt.

Les eisini: Pólski heilsumálaráðharrin vil útseta forsetaval til 2022

Avgerðin hjá stjórnini um at avgreiða valið umvegis brævatkvøðu skal fyrst samtykkjast í pólska tjóðartinginum, og viðgerðin verður eftir ætlan 6. mai – fáar dagar áðrenn valið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder