
– So er støðan tikin. Eg stovni eitt áhugafelag fyri koyristólsbrúkarar í Føroyum eftir ólavsøku.
Soleiðis skrivaði Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin á Facebook hósmorgunin, og arbeiðið hevur gingið skjótt, tí viðtøkurnar eru lidnar, og eisini hevur hann fingið fólk at manna nevndina í felagnum, sigur hann við Blaðið Vikuskifti.
Kaj Leo Holm Johannesen er ein av sjey føroyingum, sum hava autoimmunu sjúkuna CIDP, og hon er orsøkin til, at hann hevur sitið í koyristóli í nærum eitt ár nú.
– Ofta eru tað í veruleikanum smáting, sum avgera, um ein sleppur út ella ikki. Um ein ætlar sær út at eta t.d. ella til okkurt tiltak, kunnu smáting gera, at koyristólsbrúkarar og fólk við skerdum førleika verða útihýst. Atkomumøguleikar allastaðni eru ein stór avbjóðing, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald