
Føroysk fakfeløg kunnu ikki bara tigandi viðvirka til lønardumping, og góðtaka manningarfeløgini, at Galaxy fer í sigling í Føroyum, uttan at sáttmáli er gjørdur fyri skipið, so verður latið upp fyri, at fremmand skip undir fremmandum sáttmálum til eina og hvørja tíð kunnu taka sær av innanoyggja ferðafólka- og farmaflutninginum í Føroyum, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Arnfinn Bech.
Í skrivi frá Maskinmeistarafelagnum finst Arnfinn Bech at útsøgnum hjá Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum í samrøðu við útvarpið hósdagin 31. juli.
Tá segði Jan Mortensen, at manningarfelgøgini, sum hava lýst tænastubann fyri teirra limir, gera ein lítlan trupulleika til ein stóran trupulleika, og at eingir trupulleikar hava verið, tá útlendsk avloysaraskip áður eru leigað at sigla fyri Smyril, sum skal í dokk seinni í hesum mánaðinum.
Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag boðaðu fríggjadagin í farnu viku frá, at bann verður sett limum teirra at gera tænastu umborð á Galaxy, so leingi eingin føroyskur sersáttmáli er gjørdur fyri skipið.
Arnfinn Bech heldur, at tað skal gerast eitt lógarkrav, at øll skip, sum taka sær av føroyskum tænastum í føroyskum sjóøki, skulu virka undir føroyskum sáttmálum.
– Annars eru ta sanniliga eisini tær føroysku hýrurnar, sum eru í vanda, um útlendskir sáttmálar við verri lønarlagi sleppa at fáa fótafesti her. Tað er tí, eg adresseri henda trupulleikan, sigur hann.
Grikska ferjan Galaxy skal eftir ætlan avloysa Smyril frá 23. august og átta til tíggju vikur fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald