- Eg havi enn vón um, at tað ber til at fáa eina avtalu í lag. Men tað verður sera torført. Tað, sum er mest umráðandi er, at vit fyrireika okkum at fara úr ES uttan avtalu.
Tað sigur bretski forsetisráðharrin, Boris Johnson, sum í hesum døgum er á G7-toppfundi í Biarritz í Fraklandi.
- Eg haldi, at tey í Brússel seinastu dagarnar eru byrjað at skilja, hvat trupulleikin hjá bretum er, sigur hann í dag og leggur afturat, at hann framhaldandi hevur góðar vónir um, at tey í ES vita, at tað er gjørligt at fáa semju um eina avtalu.
Síðan hann tók yvir eftir Theresu May fyri einum góðum mánaða síðani, hevur Boris Johnson hildið fast við, at Bretland skal fara úr ES 31. oktober - við ella uttan avtalu.
Í dag hevur Boris Johnson hitt Donald Tusk fyri at tosa um brexit-avtaluna. Donald Tusk hevði áður sagt, at hann var til reiðar at hoyra eitt uppskot frá forsetisráðharranum.
Aftaná fundin segði Donald Tusk, sambært DR, at ES og Bretland enn fóru at vera tættir samstarvsfelagar, óansæð um ein nýggj avtala verður gjørd.
Sambært talsfólki hjá bretska forsetisráðharranum, segði Boris Johnson við Donald Tusk, at bretar fara úr ES við ella uttan avtalu, men at honum hevði dámt betur at farið úr við einari avtalu, og er hann til reiðar at samráðast um hetta við ES.
Sambært tíðindastovuni Reuters skulu teir báðir hittast aftur til ST-aðalfundin í næsta mánað.
Gamla avtalan, sum tað tók Theresu May trý ár at fáa í lag, varð vrakað tríggjar ferðir í bretska tjóðartinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald