Uttanlands

Amerikonsk sendifólk komin til Russlands

Steve Witkoff og Jared Kushner skulu í dag hitta Vladimir Putin, og síðani fara teir til Írlands at fundast við Zelenskyj.

Steve Witkoff og Jared Kushner fara av gistingarhúsi teirra í Moskva (Mynd: Yulia Morozova/Reuters/Ritzau Scanpix)

Steve Witkoff og Jared Kushner fara av gistingarhúsi teirra í Moskva (Mynd: Yulia Morozova/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-11-12 12:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Serligu amerikonsku sendifólkini Jared Kushner og Steve Witkoff eru fyrrapartin komnir til russiska høvuðsstaðin Moskva, har teir skulu hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.

Kushner og Witkoff eru komnir til Russlands við flogfari dagin eftir, at teir luttóku á fundi við umboð fyri Russland og Ukraina í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum. Har samdust partarnir um at fara undir nýtt býti av krígsfangum.

Hvørki Putin ella ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vóru til staðar undir samráðingunum í Abu Dhabi. Zelenskyj var í Danmark, har hann m.a. helt røðu í Fólkatinginum, men hann skal eisini fundast við Kushner og Witkoff.

Les eisini: – Ein heiður at standa her

Ukrainski forsetin er staddur í Dublin í løtuni í sambandi við toppfundi í evropeiska politiska felagsskapinum EPC, og har skal hann fundast við amerikonsku sendifólkini seinni.

Zelenskyj sigur, sambært Reuters, at Ukraina vónar at fáa ítøkilig úrslit burturúr samráðingunum í ár.

– Vit fara at gera alt tað, vit kunnu fyri at tað skal henda, sigur ukrainski forsetin, sum leggur afturat, at tað veldst um, hvussu samskiftið verður millum USA og Russland.

– Eg haldi eisini, at tað er sera umráðandi fyri amerikanarar at fáa úrslit í ár, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder