Lógaruppskotið hjá samgonguni um at broyta heilivágsstigan ber við sær, at heilivágur gerst dýrari, og hetta kann gerast hættisligt, sigur Colitis Crohn Felagið, sum er eitt av feløgunum, ið finst at uppskotinum.
– Endamálið er at minka um útreiðslurnar hjá Heilsutrygd, men um fólk noyðast at skamta sín heilivág, er tað hættisligt, og kann viðføra enn hægri útreiðslur, sigur felagið.
Felagið sigur seg vera stúrið um støðuna hjá øllum, sum hava tørv á lívsneyðugum heilivági.
– Undanfarna samgonga tók lógarbroytingina aftur, og vit heita á sitandi samgongu at gera á sama hátt.
Í dag rindar ein sjúklingur 500 krónur, áðrenn Heilsutrygd veitir tilskot, og frá 1. januar 2024 er ætlanin at hækka markið til 1.000 krónur. Tá sjúklingurin hevur keypt helivág fyri tilsamans 5.300 krónur er heilivágstilskotið frá Heilsutrygd 100 prosent, men frá 1. januar er ætlanin at hækka markið upp í 8.000 krónur, og hendan ætlanin leggur stein oman á byrðu hjá sjúklingum, sigur Colitis Crohn Felagið.
– Við at gera tilskotsstigan hjá Heilsutrygd brattari, kann mann forða fólki við sjúku í at virka og liva so væl, sum tey annars høvdu kunnað, sigur felagið.
Fleiri onnur feløg, harav MEGD, Diabetesfelagið og ADHD-felagið, hava eisini mælt til, at uppskotið verður tikið aftur við tí grundgeving, at broytingarnar verða steinur omaná byrðu hjá fólki, sum stríðast frammanundan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald