Innanlands

- Halda á til tað røkkur ella støkkur

Terje Sigurðsson sigur við Kringvarpið, at tað er sannlíkt, at samráðingar vera alt vikuskifti. Har er ein vilji at finna eina semju, staðfestir semingsmaðurin eftir dagsins fund

Terje Sigurðsson, semingsmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Terje Sigurðsson, semingsmaður (Mynd: Sverri Egholm)

2024-06-05 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Semingsroynd byrjar fríggjadagin klokkan 13 á Hotel Føroyum. Hetta er greitt eftir fundin millum umboð fyri arbeiðsgevararnar, umboð fyri arbeiðsgevarafeløgini og semingsmannin.

Kristoffur Laksá og Páll Nielsen tosaðu við Terja Sigurðsson um støðuna og greidud frá sínari støðu. Til bar síðani hjá semingsmanninum at staðfesta, at tað er ein vilji hjá pørtunum at koma til samráðingarborðið aftur.

Nú skulu partanir og Semingsstovnurin fyrireika ymiskt, so man er heilt til reiðar fríggjadagin seinnapartin. Sambært semingsmanninum, sum Kringvarpið tosaði við á middegi, kann fríggdagurin verða drúgvur. Terji Sigurðsson sær eisini fyri sær, at samráðingar vera alt vikuskifti.

- Vit fara at sita, so leingi tað tekur: Til tað røkkur ella støkkur (berur ella brestir)

Verkfallið hevur vart í yvir tríggjar vikur nú, og merkist tað alsamt meira í føroyska samfelagnum.

[object Object]
Terje Sigurðsson, standandi við vindeygað, er rímiliga bjartskygdur eftir fundin við partarnar í morgun. Nú er tíð til at fyrireika seg nærri til sjálva semingina (Mynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder