Innanlands

- Hann hevur eitt óvanliga stórt og sjálvuppoffrandi hjartalag fyri øðrum menniskjum

Soleiðis segði borgarstjórin í Klaksvík millum annað í røðini um Ársins Rósu, Thom Jakobsen, í gjár.

Thom Jakobsen saman við Jógvan Skorheim (Mynd: klaksvik.fo)

Thom Jakobsen saman við Jógvan Skorheim (Mynd: klaksvik.fo)

2019-12-23 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár kom Jólaskipið á Klaksvík. Hetta hevur verið siðvenja seinastu 29 árini.

Seinastu mongu árini hevur Ársins Rósa verið givin. Tað er ein heiður til ein persón í Klaksvíkar Kommunu, ið millum ger sjálvboðið arbeiði. 

Í ár fór heiðurin til 55-ára gamla Thom Jakobsen, ið er mest kendur fyri at vera liðleiðari hjá KÍ. Ein postur ið hann hevur røkt síðani 1995.

Les eisini: 
Thom Jakobsen er ársins rósa 

Í røðini, sum borgarstjórin Jógvan Skorheim helt, varð millum annað sagt soleiðis:

- Tey, sum skjóta upp, at hesin maðurin verður heiðraður, siga millum annað um hann, at “hann er unikur til at fáa menniskju til at trívast og føla seg væl”.

- At hava eitt hjarta fyri teimum sum ikki altíð hava tað so lætt, og sum tørva hjálp, er ein ómetaliga vakur og góður eginleiki, sum hesin persónurin eisini hevur.

- Eitt nú tók hann – saman við øðrum góðum kreftum – fyri nøkrum árum síðan stig til at hjálpa einum manni, sum hevði sera vánaligar bústaðaumstøður. Ta ferðina skiftu teir takið og gjørdu fleiri aðrar umvælingar, so hesin illa staddi persónurin skuldi fáa sømiligari umstøður at búgva í. Ein so avbera vøkur gerð – púra sjálvboðin og uttan nakra samsýning ella afturløning.

- Hann er mest kendur og verður sæddur á og kring vøllin við Djúpumýru. Besta mansliðið gjørdist føroyameistari fyri fyrstu ferð í 20 ár, og eg sigi ikki ov nógv við at pástanda, at stóri innsatsurin hjá hesum manninum er viðvirkandi orsøk til, at hetta eydnaðist. Um nakað er eina heiðran vert her í lokalsamfelagnum, so má tað vera ein so drúgvur og trúgvur, sjálvboðin gerningur.

Borgastjórin vísti eisini á rósandi orð frá venjarum og øðrum hjálparfólkum í KÍ í hesum sambandi. Til ber at lesa alla røðuna á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, har myndir eisini eru frá tiltakinum. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder