Kaj Leo Holm Johannesen setti soleiðis gongd á tíðindafundin hjá heilsumyndugleikunum.
- Nú standa vit aftur her á einum tíðindafundi. Hvat skal man byrja við? Eg ynski fyrst og fremst at siga takk. Føroya fólk hevur dugað væl at hildið “sáttmálan” - tey tilmælini um reinføri, frástøðu og annað sum myndugleikarnir eru kominir við í seinastuni.
Les eisini: Ov nógv bróta sáttmálan
Landstýrismaðurin í heilsumálum segði eisini, at her er nógv at fegnast um, hóast tað ikki er komið á mál.
- Sum eitt tað fyrsta landið í Vesturheiminum hevur Føroyar fingið bilbukt við virusið, sum ikki tykist at trívast væl í Føroyum. Vit uppliva, at stjórnir aðrastaðni og útlendskir fjølmiðlar hyggja við áhuga og virðing eftir føroysku tilgongdini. Eisini er smittugongdin sera góð, og vit skulu duga at gleðast um tað, samstundis sum vit ikki sovnað.
- Vit fara eftir úrsltinum. Vit hugsað ikki um “millumrokningarnar” - hvør segði hvat nær, ella hví viðkomandi ikki segði tað á tí tíðindafundinum - tað sum hevur alt at siga er endaliga úrslitið.
Kaj Leo segði eisini, at tað er umráðandi, at heilsuverkið kemur við greiðum boðum, og at størri fokus kann nú aftur setast á øll tey í Føroyum, ið hava heilsuligar avbjóðingar.
- Nú verður støðan í heilsuverkinum meira normalisera
Til síðst í sínari framløgu segði heilsumálaráðharrin, at hann hevur hugsað nógv um tey eldru, ið sita á røktarheimunum. í hesum døgum. Hann ásannaði, at tað er óguvliga strævið fyri tey og fyri tey avvarandi, og rósti teimum fyri at hava tikið eitt megnar takk í hesum tíðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald