Innanlands

– Hava ikki tamarhald á smittuni

Av teimum fimm tilburðunum, sum vórðu staðfestir í gjár, vóru trý, sum ikki vistu, hvar tey vórðu smittað, sigur Landslæknin

Lars Fodgaard Møller, Landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, Landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-20 17:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast talið á nýggjum smittutilburðum, sum verða staðfestir í Føroyum, er minkandi, so er smittan enn leys í samfelagnum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

– Av teimum fimm tilburðunum, sum vórðu staðfestir í gjár, vóru trý, sum ikki vistu, hvar tey vórðu smittað, og tey vóru heldur ikki í sóttarhaldi, so tað merkir at vit enn hava eina leysa smittu úti í samfelagnum, sum vit ikki hava tamarhald á, og tað er ørkymlandi, sigur hann í samrøðu við Útvarpið.

Landslæknin leggur afturat, at tað kemur næstan fyri hvønn dag, at har eru fólk, sum ikki vita, hvar tey eru vorðin smittað.

Í løtuni eru 109 smittað við korona í Føroyum, og 374 eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder