Uttanlands

– Havi havt góðar samrøður við bæði Putin og Zelenskyj

Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at USA arbeiðir við støðuni viðvíkjandi Russland og Ukraina, og sigur hann seg vóna, at tað skjótt ber til at "finna eina loysn"

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-04-27 13:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vit arbeiða við russisku støðuni, Russland og Ukraina, segði amerikanski forsetin, Donald Trump í samrøðu við Fox News sunnudagin.

Trump sigur seg hava havt góðar samrøður við bæði russiska forsetan, Vladimir Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og vónar amerikanski forsetin, at tað skjótt ber til at finna eina loysn.

Nær Trump seinast hevur tosað við Putin og Zelenskyj vil hann tó ikki siga.

Stígur er komin í samráðingarnar um kríggið í Ukraina, eftir at kríggið í Iran brast á 28. februar.

Seinast russisk og ukrainskt umboð hittust til samráðingar var í februar, har samráðingar í Genève endaði uttan nakað størri gjøgnumbroti.

Zelenskyj segði eisini fyrr í hesum mánaðinum, sambært Ritzau, at amerikonsk semingsfólk ikki hava havt tíð til Ukraina orsakað av krígnum í Iran.

Serligu amerikonsku sendifólkini Steve Witkoff og Jared Kushner, sum hava luttikið í samráðingum millum Russland og Ukraina eru upptiknir av samskifti við Iran, segði ukrainski forsetin.

Í vikuni upplýsti ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Andrij Sybih, at Ukraina hevur heitt á Turkaland um at vera vertur fyri ein fund millum Putin og Zelenskyj. Ukrainski forsetin hevur fleiri ferðir heitt á Putin um at koma á fund, men enn hevur eingin fundur verið millum teir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder