
Heilsumálaráðið eigur at seta ein lækna sum nýggjan stjóra fyri Heilsustýrið, sigur Læknafelag Føroyar, sum finst at Heilsumálaráðnum fyri at lýsa stjórastarvið leyst uttan krav um læknaútbúgving.
– Í Heilsustýrinum hevur bert verið ein lækni í starvi – stjórin. Nú er komið alment fram, at hesin læknin ikki longur er virkandi stjóri og fer úr starvi í næstum. Samstundis er stjórastarvið lýst leyst uttan krav um læknaútbúgving. Útlit er tí til, at nýggi stjórin ikki verður lækni, og at Heilsustýrið verður uttan læknaliga leiðslu – ein óneyðugur váði fyri sjúklingatrygd og álitið á avgerðir hjá myndugleikanum.
Tað var síðst í september, at boðað varð frá, at Heilsustýrið skuldi hava nýggjan stjóra, nú setanartíðarskeiðið hjá verandi stjóra gongur út.
Bjarni á Steig, lækni hevur verið stjóri í Heilsustýrinum seinastu árini.
Tá umsóknarfreistin var farin 15. oktober, vórðu 12 umsóknir komnar inn.
Læknafelagið vísir á at stjórarnar í heilsustýrinum í Danmark, Noregi, Svøríki og Íslandi eru læknar, og teir hava besta innlit í heilsuverkinum og kunnu bera ábyrgd og taka avgerðir um heilsufaklig viðurskifti fyri alt samfelagið.
Heilsustýrið umsitur eisini farsóttarlógina. Slík handfaring krevur læknaliga meting og ábyrgd – m.a. í sambandi við smittusporing, ráðgeving og raðfestingar, sigur Læknafelagið.
– Læknafelag Føroya hevur víst á omanfyrinevnda trupulleika á fundi við Heilsumálaráðið 9. oktober. Læknafelag Føroya væntar, at Heilsumálaráðið lurtar eftir fakliga serkunnleikanum á økinum og setir stjóra til Heilsustýrið, sum er lækni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald