Innanlands

- Heitt á løgtingsformannin at loysa meg úr embætinum

Bárður á Steig Nielsen hevur latið samráðingarrættin frá sær, og tað næsta verður formansumfar

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-10 12:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Javnaðarflokkurin ætlar at samráðast við andstøðuna frá farna valskeiði, og tí letur Bárður á Steig Nielsen nú mandatið at samráðast frá sær.

Tað segði hann við útvarpið á middegi.

- Eg havi tosað við Aksel V. Johannsen í morgun, og hann ynskir at fáa samráðingarrættin. Eg havi tí heitt á løgtingsformannin at loysa meg úr embætinum, segði Bárður á Steig Nielsen.

Næsta stig er sostatt, at formansrunda verður, har forfólkini í flokkunum peika á ein samráðingarleiðara at skipa nýggja samgongu.

Bárður á Steig Nielsen kundi latið mandatið frá sær longu í gjár, men hann valdi at bíða eftir boðum frá Javnaðarflokkinum. Tey boðini hevur han altso fingið, og tey eru, at mann ætlar at samráðast við Tjóðveldi og Framsókn fyrst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder