Í oktobur kom fyrsti stuttfilmurin, har Vágs Kommuna varpar ljós á fyrimunirnar við at búgva í kommununi. .
Sí eisini: Lívið í Vági: Rani og Birita
Nú er næsti av trimum filmum tøkur at síggja. Í filmunum, sum sæst niðast, greiðir ung familja, sum hevur valt at seta búgv í Vági, frá sínum gerandisdegi.
Anna Randi Hansen og Oddur Joensen seta eisini orð á, hví tey hava valt Vág sum karm um familjulívið at flyta úr Kaldbak og suður til Vágs.
Tey siga millum annað frá á vagur.fo, hvussu tað var at fella til sum nýggj familja í Vági, og hvørjar møguleikar og tænastur kommunan og lokalsamfelagið hava at bjóða barnafamiljum.
Næsti filmurin í røðini Lívið í Vági kann síggjast niðanfyri ella á vagur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald