
Í dag varð kunngjørt, at føroyski filmurin “Seinasta paradis á jørð” um eina viku fær størsta norðurlendska filmsheiðurin yvirhøvur, Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins.
Seinasta paradís á jørð heldur sostatt á við at skriva søgu. Tá filmurin í vár varð frumsýndur í fieiri enn hundra donskum biografum, var tað søguligt fyri ein føroyskan film. Eins og tilnevngin til henda prísin, sum fyrsti føroyski filmur nakrantíð, var søgulig.
Jón Hammer framleiðari, er sera fegin um heiðurin, og vísir á, at hetta er meira enn teir høvdu tora at vóna.
- Vit hava altíð trúð uppá filmin og vita, at hann var serligur. Tí vóru vit sera fegin um innstillingina. Men í og við, at eingin føroyskur filmur hevur verið innstillaður áður, og tí feltið av innstillaðum var so sterkt, væntaðu vit veruliga ikki, at vit høvdu ein møguleika, sigur ovfarni framleiðarin.
Sakaris Stórá leikstjóri og leikritshøvundur, er somuleiðis ovfarin.
- Hetta er ótrúliga stuttligt, hvør skuldi trúð, at ein so lítil filmur, um ein so lítillátnan mann, í eini so lítlari bygd í einum so lítlum landi, við eini so lítlari filmsvinnu, kundi vinna ein so stóran prís? Eg eri so takksamur, sigur leikstjórin.
Seinasta Paradís á Jørð verður vístur í Norðurlandahúsinum í kvøld, har heiðurstiltak er fyri øll tey tilnevndu.
Jón Hammer (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sakaris Stórá (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald