Fyrrapartin varð boðað frá, at tveir nýggir koronatilburðir vórðu staðfestir í Føroyum, og at ein annar persónur, sum hevði verið í Føroyum á ólavsøku, hevði fingið staðfest smittuna á floghavnini í Kastrup.
Eisini varð upplýst, at einki samband er millum hesi trý fólkini, sum nú hava fingið staðfest smittuna, og tað er ørkymlandi, heldur landslæknin.
Les eisini: Tveir nýggir tilburðir staðfestir í Føroyum
– Tað er sjálvandi ørkymlandi, at vit hava tríggjar óheftar tilburðir, har vit ikki kenna smittuketurnar, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni við Útvarpið.
Tó veit mann, at tvey av fólkunum eru smittað í Føroyum, men tað er ógreitt, um hetta eisini er galdandi fyri persónin í Danmark.
– Vit vita, tvey teirra eru smittað í Føroyum, og tað hava vit ikki sæð síðan fyrst í apríl, so vit skulu fýra mánaðir aftur fyri at finna eina líknandi støðu, so tað er sera ørkymlandi, sigur hann.
Landslæknin vónar, at tað ber til at steðga smittuspjaðingini, men hann ásannar, smittusporingin kann gerast torfør, nú talan er um ólavsøkuna, har fólk koma í samband við nógv fólk.
Ein av persónunum, sum hevur fingið staðfest smittuna, er úr høvuðsstaðarøkinum, og hin er úr Runavík-økinum, sigur landslæknin.
Hoyr innslagið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald