
Fólkaflokkurin fór í hart álop á Jóhan Christiansen, landsstýrismann við fiskivinnumálum á løgtingi í dag.
Og landsstýrismaðurin valdi at brúka størsta partin av svartíð síni upp á at verja seg, heldur enn at fyrihalda seg til spurningarnar, sum vórðu settir.
Evnið var um landsstýrismaðurin hevur hildið týðandi upplýsingar aftur fyri løgtinginum við tað, at fiskimálaráðharrin ikki kunnaði Fíggjarmálaráðið um stóra niðurskurðin í uppsjóvarkvotunum áðrenn fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram 30. september.
Sama dag sum Ruth Vang legði fram uppskotið um fíggjarlóg fyri 2026, komu tíðindini úr Ices, sum mælir til at kvoturnar á makreli og svartkjafti verða skerdar fyri eitt avreiðingarvirði, sum sambært Jørgen Niclasen, liggur um 1,6 milliardir krónur.
Tann missurin, sum hetta hevur við sær, er ikki tikin við í inntøkumetingunum í fíggjarlógaruppskotinum.
Tað var Jørgen Niclasen, sum setti Jóhan Christiansen spurningarnar:
- Ætlar landsstýrismaðurin sum ovasta fyrisitingarliga leiðslan í Fiskimálaráðnum sjálvur at taka avleiðingarnar av fjaldu upplýsingunum um Ices-tilmælið um makrel- og svartkjaftaveiðuna?
- Um nei, kann væntast, at fjaldu upplýsingarnir fáa avleiðing fyri onnur?
Tekur frástøðu frá 'fjaldum upplýsingum'
Jóhan Christiansen byrjaði sítt svar við at taka frástøðu frá, at talan skal vera um ‘fjaldar upplýsingar’. Hann siteraði eisini tíðindini, sum Fíggjarmálaráðið sendi út 2. oktober, har sagt varð, at tað “er ov tíðliga at gera endurskoðaðar metingar um inntøkurnar frá veiðigjaldi næsta ár, men sannlíkt verða tær nakað lægri, enn mett er á fíggjarlógaruppskotinum”.
Hetta tí at endaligu kvoturnar ikki vóru ásettar tá, og eru tað heldur ikki enn.
Um sokallaða ávaringarskrivið frá Ices frá 19. september upplýsti Jóhan Christiansen, at tað ikki kundi brúkast til at gera eina inntøkumeting av fíggjarlógini, tí tað eru ongi tøl nevnd í hesum ávaringarskrivi.
- Runublakarí
- Hetta málið er farið fullkomiliga av sporinum. Tað er spell at brúka tíð og orku til politiskt runublakarí heldur enn at umrøða hví makrelstovnurin er í so ringari støðu og hvussu hesi ógvusligu sveiggini ávirka fiskivinnuna og samfelagið, segði landsstýrismaðurin, og endaði við hesum orðum:
- ‘Góða eydnu’, var heilsanin eg fekk frá konuni og dóttrini, tá eg fór frá húsum í morgun. Góða eydnu. Tær vita, eg veit og tit vita eisini, at orsøkin til henda spurningin í dag er ikki at fáa hetta málið betri upplýst enn tað er. Eg vil ongantíð fara at fjala upplýsingar fyri løgtinginum. Her liggja onnur motiv aftanfyri.
Tá hini tingfólkini fingu høvi til at taka orðið, so vóru tað andstøðu- og serliga fólkafloksfólk, sum fóru hart eftir landsstýrismanninum fyri at hava hildið týðandi upplýsingar aftur, meðan tjóðveldisfólk gjørdu sítt til at verja landsstýrismannin.
- Óluksáliga arrogant
Andstøðufólk undraðust yvir, at landsstýrismaður og floksfelagar hansara royndu at føra fram, at hetta ikki hevur nakran týdning, og kortini hevur landsstýrismaðurin fingið eitt nefs frá løgmanni fyri ikki at hava kunnað landsstýrið um týðandi upplýsingarnar.
Tá Jørgen Niclasen fekk orðið aftur, øtaðist hann yvir, at landsstýrismaðurin valdi ikki at svara spurningunum, sum hann hevði sett – yvirhøvur.
- Tað haldi eg vera óluksáiga arrogant, segði Jørgen Niclasen og spurdi spurningarnar uppaftur.
Svarið er 'nei' og 'nei'
Sjálvandi hevur tað týdning at vita, at kvoturnar verða so ógvusliga skerdar, segði Jørgen Niclasen.
- Her er talan um 1,5 milliard minni í avreiðingarvirði. Og landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum og fíggjarmálaráðkvinnan siga, at hetta hevur ongan týdning. 1,5 milliard í avreiðingarvirði merkir eina asins rúgvu minni í skattainntøkum, eina asins rúgvu minni í avleiddum virksemi – sanniliga kemur landskassin at missa pengar. Er tað í lagið at fjala slíkar upplýsingar fyri løgtinginum og landsstýrinum, spurdi Jørgen Niclasen.
Í sínum øðrum umfari á røðarapallinum fekk Jørgen Niclasen svar:
- Vit eftirkanna og eftirmeta mannagongdir longu nú í ráðnum. Annars er svarið ‘nei’ og ‘nei’, segði Jóhan Christiansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald