At USA linkar revsitiltøkini móti Russlandi er at fara skeivan vegin, sigur týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz.
– Vit ynskja at tryggja, at Russland ikki ger sær dælt av krígnum í Iran, sigur hann.
USA hevur fyribils linkað revsitiltøkini, sum skulu raka russiska olju. Í ein mánað sleppa lond at keypa russiska olju, men hetta er bert galdandi fyri skip, sum longu eru á sjónum við olju í lastini.
Les eisini: USA tekur av sanktiónir móti Russlandi
Hetta verður gjørt fyri at fáa meira olju á marknaðin og lækka prísin, nú oljuveitingar eru órógvaðar av krígnum í Miðeystri.
Merz heldur tó, at avgerðin hjá USA er skeiv.
Í løtuni er prísurin ein trupulleiki men ikki nøgdin, sigur hann.
– Tí vil eg fegin hava at vita, hvat annað liggur aftanfyri avgerðini hjá amerikonsku umsitingini, sigur hann.
Útsagnirnar hjá Merz líkjast teimum hjá m.a. franska forsetaum, Emmanuel Macron; og ES-nevndarforkvinnuni, Ursula von der Leyen, sum heldur ikki halda, at tað er rætt at linka revsitiltøkini. Í Russlandi, fegnast tey hinvegin um avgerðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald