Innanlands

- Hví byrjaði løgmaður hetta ikki fyrst í valskeiðnum

Í Stjórnini undraðist Jóannes Eidesgaard nakað á, hví stórar skiftingar koma í Tinganesi og skipanini so sent í valskeiðnum. Hann, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariassen funnust eisini at tilgongdini í málinum um Suðuroyartunniln

Jóannes Eidesgaard heldur, at Aksel V. Johannesen møguliga kann

Jóannes Eidesgaard heldur, at Aksel V. Johannesen møguliga kann "vinna nakað" í sambandi við komandi tilmæli - serliga í sambandi við komandi val (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-13 19:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tunnilsmálið, nýskipanarnevndin og fiskiveiðusáttmálin við Russland vórðu viðgjørd í rásarúminum hjá FM1 í nýggjastu útgávuni av "Stjórnin - politkkur á skák", og ikki alt var við mýkindum.

- Man hevur "gudie'a" alt parlamentið í rætt til hesa linjuføring A1, men so kemur - tíbetur - onkur sum kann vísa á aðrar og betri loysnir. 

Soleiðis segði Tórbjørn Jacobsen um val av linjuføring, og vísti borgarstjórin í Runavíkar kommunu á, at í sambandi við Eysturoyartunnlin varð ætlaða linjuføringin broytt - "eingin brúgv og takk havi lov fyri tað".

Stór spurnartekin vórðu eisini sett við sjálva handfaringina:

- Hon er heilt margháttilig...man tekur yvirhøvur ikki alternativa uppskotið fyri fult. Tunnilsfelagið og Tinganes eru skeklaði saman sum høkil og herðarblað. Tað er eingin ivi um, at sambandið harímillum er totalt. Hasir sum koma frá síðulinjuna hava ikki ein kjans - høvdu teir verið fótbóltsspælarar, høvdu teir ikki eingongd verið á bonkinum, helt Tórbjørn Jacobsen fyri.

Til ber at lurta eftir Stjórnini frá í gjár her

[object Object]
Nógv var at kjakast um og seta orð á (Mynd: fm1.fo)

Í mun til nýskipanarnevndina og broytingarnar í landsstýrinum, var nógv á breddanum, og ein fyrrverandi Javnaðarløgmaður undraðist á ymiskt

- Hví gjørdu man ikki hetta fyri trimum árum síðan? Hví byrjar Aksel uppá hetta nú og ikki beinanvegin í valskeiðnum. Nú stundar sjálvandi til val, og man kann hugsa, at Javnaðarflokkurn og Tjóðveldi kunnu vinna nakað uppá hetta út á næsta ár, men eg veit ikki.

- Tað snýr seg ikki um sjálv fólkini, vildi Tórbjørn Jacobsen vera við

Í mun til ein fiskiveiðusáttmálan við Russland, sum varð viðgjørt síðst í sendingini, varð millum annað staðfest, at "gera Noreg og Russlan ein sáttmála, standa vit við brókunum niðri á knøunum".

Til ber at lurta eftir Stjórnini frá í gjár her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder