Innanlands

– Hvør er orsøkin til at tilmælið varð slept?

Sirið Stenberg hevur spurt løgmann, hví tilmælið um heimauppihald var broytt í mai, og um tað var fakkunnleikin, sum mælti til hesa broytingina

Sirið Stenberg (Savnsmynd)

Sirið Stenberg (Savnsmynd)

2021-06-08 19:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Miðskeiðis í mai mánað vórðu tilmælini til ferðafólk linkaði, og heimauppihaldið var so at siga tikið burtur. Einasta avmarkingin var, at tey, sum ikki vórðu liðugt koppsett ella høvdu havt koronu áttu at halda seg frá størri mannfjøldum sum eitt nú føðingardagar, veitslur, kirkjur og samkomur, og størri ítróttatiløk teir fyrstu dagarnar. Annars kundu tey eitt nú fara á matstovu og annað stutt eftir komu.

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi vil nú hava at vita frá løgmanni, hví tilmælið um heimauppihald varð broytt, og um tað var fakkunnleikin, sum mælti til hesa broytingina. Tí hevur hon sett Bárður á Steig Nielsen, løgmanni fyrispurning um málið.

Koronasmittan er byrjað at gera um seg aftur, og eru mong, sum undrast á, hví tilmælið varð broytt, sigur Sirið Stenberg, sum eisini vil hava at vita, um ætlanin er at seta tilmælið um heimauppihald í gildi aftur.

Síðan 20. mai eru 77 tilburðir staðfestir í Føroyum. Nakrir av tilburðunum, sum eru staðfestir seinastu vikurnar eru ikki frá kendari smittuketu, og í farnu viku segði Lars Fodgaard Møller, landslækni, at tamarhald ikki rættiliga var á støðuni.

– Nú koronusmittan hevur tikið seg uppaftur, undrast mong á, hví tilmælið um heimauppihald við komu til Føroyar varð slept. Serliga sæð í ljósinum av, at tilmælini innanlands í Føroyum eru linkað sera nógv. Fakmyndugleikin hevur sagt alment, at tamarhald er ikki á støðuni, sigur Sirið Stenberg.

Fyrispurningurin hjá Sirið Stenberg er soljóðandi:

1. Hvør er orsøkin til, at tilmælið um heimauppihald við komu til Føroyar varð slept?

2. Hevur fakkunnleikin viðmælt at taka tilmæliðum heimauppihald burtur?

3. Er ætlanin at seta tilmælið um heimauppihald við komu til Føroyar í gildi aftur?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder