Innanlands

– Í okkara ringi eru trý stev aftur og einki fram

Í ár var fyrstu ferð í 25 ár, at eingin teknmálstulking var av ólavsøkutilfarinum í sjónvarpinum – Tað er sera hugstoytt, heldur Deyvafelag Føroya

Einasta sending, har teknmál- og tulking varð umrøtt, var sum skemt í ólavsøku kabarettini, sigur Deyvafelagið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Einasta sending, har teknmál- og tulking varð umrøtt, var sum skemt í ólavsøku kabarettini, sigur Deyvafelagið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-07-30 15:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Tað er sera hugstoytt - júst nú vit hava hátíðarhildið 3 ára dagin fyri at føroyskt teknmál gjørdist alment føroyskt mál, - at ásanna at deyv ikki vórðu boðin við á ólavsøku 2020. Tað sigur Deyvafelag Føroya.

Í skrivi, sum er sent miðlunum, vísir felagið á, at tað var fyrstu ferð í 25 ár, at eingin teknmálstulking var av setan, gudstænastu, røðu løgmans ella av nøkrum øðrum tilfari, ið var sent í Kringvarpinum.

– Einasta sending, har teknmál- og tulking varð umrøtt, var sum skemt í ólavsøku kabarettini. Av tí at sendingin hvørki var tulkað ella tekstað vita vit ikki hvat gjøldur bleiv gjørt burtur úr, uttan tó, at vit sóu at ”tulkanir” á pallinum hoknaðu av strongd og mátti við sjúkrabili. Tað er ikki heilt veruleikafjart, tí tað eru snøkt sagt ongir tulkar í føstum starvi longur.

Tað var í fjør at teknmálstulkatænastan varð løgd undir Almannaverkið, í hesum tíðarskeiði er starvsfólkatalið minkað við meira enn einari helvt, sigur Deyvafelagið, sum tó eisini vísir á, at har finnast onkrir fríyrkistulkar í Føroyum.

– Deyvafelag Føroya kennir væl til at bráðfeingistørvur er á tulkum, og at vit í nógvum viðurskiftum eru vorðin málleys orsakað av hesum. Vit fáa ikki tulkar til okkara gerandisdag, og so als ikki til tíðindi og kunning, ið ikki umfatar COVID-19.

– Tað, ið harmar okkum mest, nú ólavsøka hevur verið ,er at avvarandi myndugleikar lótust ikki um vón. Tey vendu sær ikki til okkara, um so var at tey ikki fingu tulk. Ei heldur gjørdu tey vart við óhepnu støðuna. Hvørki Tórshavnar kommuna, Løgmansskrivstova ella KVF, hóast klárar skyldur og reglur, sigur felagið, sum fleiri ferðir seinastu árini hevur gjørt myndugleikarnir varugar við teirra mál- og tulkastøðu.

–Nei - vit sluppu ikki í dansiringin í ár – tí í okkara ringi eru trý stev aftur og einki fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder