Uttanlands

– Ikki fullkomið men framvegis gott

Koppingarevnið hjá AstraZeneca er ikki fullkomið, men tað kann gera ein stóran mun og bjarga túsundatals lívum undir hesari farsóttini, sigur stjórin hjá AstraZeneca

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-02-11 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bíðað varð við spenningi eftir koppingarevninum hjá AstraZeneca og Oxford University, sum skuldi vera bæði bíligari og lættari at goyma enn onnur koronakoppingarevni.

Men kanningar hava víst, at evnið hjá AstraZeneca ikki er eins munagott og tað hjá eitt nú Pfizer og BioNTech, og fleiri lond hava valt ikki at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca til eldri fólk, av tí at har ikki er nóg nógv kunning tøk um, hvussu væl tað riggar á fólk yvir 55 ár.

Les eisini: Ivast í góðskuni á koppingarevninum hjá AstraZeneca

Eisini er tað komið fram, at koppingarevnið, sambært kanningum, ikki riggar nóg væl móti suðurafrikanska frábrigdinum.

Les eisini: Suðurafrika gevst fyribils við at brúka koppingarevni hjá AstraZeneca

Stjórin hjá AstraZeneca, Pascal Soriot, ásannar, at koppingarevni teirra ikki er fullkomið, men tað fer at gera stóran mun undir hesari farsóttini, sigur hann.

– Er tað fullkomið? Nei, tað er tað ikki, men tað er gott. Hvør annar framleiðir 100 mió. skamtar í februar? Vit fara at bjarga túsundatals lívum, og tað er orsøkin til, at vit fara til arbeiðis hvønn dag, sigur hann sambært Reuters.

AstraZeneca hevur eisini boðað frá, at fyritøkan væntar úrslitini av einari kanning úr USA áðrenn endan av mars.

Tey siga seg eisini vera sannførd um, at koppingarevnið gevur góða verju móti álvarsligari sjúku og deyða hjá teimum, sum gerast sjúk við suðurafrikanska frábrigdinum. Tað eru úrslitini hjá teimum við mildum sjúkueyðkennum, sum tey eru ónøgd við, verður sagt.

WHO mælir til eisini at koppseta eldri fólk

Sambært Ritzau hevur eitt toymi av serfrøðingum hjá Heimsheilsustovninum, WHO eisini mælt til, at koppingarevnið hjá AstraZeneca verður brúkt til fólk eldri enn 65 ár.

Men hetta fær tó ikki danska heilivágsstýrið at broyta mannagongdina.

Víst verður á, at Heimsheilsustovnurin er ein ráðgevandi stovnur og ikki ein myndugleiki. Stjórin í danska heilivágsstýrinum sigur, at har enn ikki er nóg nógv prógv fyri, at koppingarevnið hjá AstraZeneca riggar hjá eldri fólkum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder