Í gjár góðkendi ES koronakoppingarevnið hjá AstraZeneca.
Koppingarevnið er bíligari og nemmari at goyma enn koppingarevnini hjá Pfizer og BioNTech og Moderna, men tó vísa kanningar, at evnið ikki er líka munagott sum tað hjá hinum fyritøkunum, og fleiri ivast í góðskuni á nýggja koppingarevninum.
Franski forsetin, Emmanuel Macron er ein teirra. Hann heldur ikki, at kanningarúrslitini eru bjartskygd fyri tey, sum eru milum 60 og 65 ár. Eisini sigur hann, at sera lítið av kunning er tøk um koppingarevnið.
Koppingarevnið er góðkent til øll yvir 18 ár, men tað er tó ógreitt, hvussu koppingarevnið riggar hjá teimum, sum eru yvir 55 ár. Orsøkin er, at fáir persónar í hesum aldursbólkinum luttóku í kanningunum. Ein størri kanning um hetta verður væntandi liðug í mars.
Ein bólkur av týskum serfrøðingum, sum hava kannað koppingarevnið, mælir eisini frá at brúka hetta til fólk eldri enn 65 ár. Týska koppsetingarnevndin hevur eisini mælt frá, at eldri fólk verða koppsett við evninum hjá AstraZeneca.
Danska heilsustýrið fer í komandi viku at taka støðu til, hvørjum tey skulu bjóða koppseting hjá AstraZeneca.
Eins og koppingarevnið hjá Pfizer og BioNTech og koppingarevnið hjá Moderna, skulu tvey prik til, áðrenn tað riggar, sum tað skal. Har skulu ganga millum fýra og 12 vikur millum fyrstu og seinnu koppseting.
Les eisini: ES hevur góðkent koppingarevnið hjá AstraZeneca
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald