Innanlands

- Ikki í ordan at man brýtur lógir og trumlar fólk niður

Hvast orðaskifti um summarhúsverkætlan í Saksun. Uppskot um at steðga verkætlanini varð felt. Hinvegin samtykti býráðið í kvøld at bjóða økið alment út

Pól Niklái Torkildshøj (Skíggjamynd: KVF)

Pól Niklái Torkildshøj (Skíggjamynd: KVF)

2020-02-24 22:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Summarhúsverkætlanin við teimum 25 summarhúsunum í Saksun var í kvøld fyri á býráðsfundi í Sunda kommunu.

Á fundinum varð samtykt at bjóða økið alment út. Eitt uppskot um at steðga verkætlanini og ikki selja økið, var lagt fyri býráðið, men varð felt.

Ein av hvassoraðu býráðslimunum er Pól Niklái Torkildshøj. Ikki bara á býráðsfundinum, men eisini við Dag & viku í kvøld.

- Vit hava púra greitt fingið at vita frá borgararunum í Saksun, at verkætlanin er óynskt, og tey hava skrivað undir uppá tað.

- Tað at man trumlar fólk niður í einari lítlari bygd, bara tí man hevur maktina, tað er forkastiligt, og haldi slett ikki tað skal koma fyri. Og slett ikki í einari stórari spjaddari kommunu sum Sunda kommuna er, segði Pól Niklái Torkildshøj, sum heldur at man eigur at steðga á.

Sambært honum eru lógarbrot eisini farin fram við tí, at man ikki hevur bjóðað økið til summarhúsverkætlanina alment út, hóast løgfrøði mældi til tað.

- Tað er ikki í ordan, at man í kommunalu fyrisitingini bara situr og brýtur lógir og trumlar fólk niður. Og tá tilvildarliga onkur fær frænir av hesum, og kommunala eftirlitið steðgar hesum, at man so sigur: jamen so gera vit tað bara eftir bókini, so bjóða vit tað bara út, so er friður. Tað er slett yvirhøvur ikki í ordan, segði Pól Niklái Torkildshøj.

Heðin Zachariassen, borgarstjóri, segði við Dag & viku, at tað nú verður bíðað eftir yvirfriðingarnevndini.

- Um økið skal seljast verður tað sett alment til sølu, men vit hava eisini samtykt at vit bíða eftir yvirfriðingarnevndini. Og kemur yvirfriðingarnevndin til tað niðurstøðu, at tað ikki skal byggjast á økið, so steðgar málið. Um tað kann byggjast á tað, so taka vit málið uppaftur í teknisku nevnd.

Øll samrøðan við Pól Nikláa Torkildshøj og Heðin Zachariassen sæst í Degi & viku her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder