Uttanlands

– Iran hevur sigrað á vígvøllinum

Einasta orsøkin til, at Iran tók undir við einari fyribils vápnahvíld var, at iransku krøvini vóru gingin á møti, sigur formaðurin í iranska tjóðartinginum

Mohammad Baqer Qalibaf, formaður í iranska tjóðartinginum (Mynd: EPA)

Mohammad Baqer Qalibaf, formaður í iranska tjóðartinginum (Mynd: EPA)

2026-04-19 10:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iran hevur sigrað á vígvøllinum, og einasta orsøk til, at Iran tók undir við einari fyribils vápnahvíld var, at iransku krøvini vóru gingin á møti.

Tað sigur Mohammad Baqer Qalibaf, formaður í iranska tjóðartinginum, sum stendur á odda fyri iransku umboðini, sum luttaka í friðarsamráðingunum.

– Um vit góðtóku vápnahvíldina, so var tað tí, at tey (USA) góðtóku krøv okkara, sigur hann sambært Ritzau.

– Fíggindin royndi at tvinga okkum at góðtaka síni krøv, og er tað umráðandi, at vit gera okkara rættindi galdandi. So tí er samráðing eitt slag av stríði.

Qalibaf leggur afturat, at hann ikki heldur, at USA er komið á mál, og at Iran í løtuni hevur ræði á Hormuzsundinum.

Tað var 8. apríl, at partarnir samdust um eina vápnahvíld í tvær vikur. Vápnahvíldin stendur til at fara úr gildi náttina til mikudagin. Meklarar roynda í løtuni at fáa partarnar til at gera eina meira varandi friðaravtalu.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder