Skúlablaðið: Hjá okkum hevur tað týdning, at næmingarnir læra um tað, sum er viðkomandi og gevur meining fyri teir. Tað hevur víst seg, at børnunum dámar hetta sera væl, og so læra tey nógv ymiskt, sum nógv teirra hava gagn av.
Hetta sigur Tom Joensen, skúlastjóri í Eiðis skúla.
Bygdin í skúlanum og skúlin í bygdini er yvirskipaða hugsanin við umskipaðu undirvísingini í handaverki og list í Eiðis skúla.
Fyri fimm árum síðan broytti leiðslan í skúlanum kreativu og handaligu lærugreinirnar til ístaðin at taka støði í tí staðbundna. Næmingarnir í fimta og sætta flokki hava síðani havt møguleikan at velja millum gagnlist og sjóvinnu, og næmingarnir í sjeynda flokki millum smíð, bygdarmentan og handaligt.
![]()
Tað byrjaði sum royndarverkætlan, og royndirnar hava verið so mikið góðar, at tey halda fast í verkætlanini. Ongar ætlanir eru at gera stórvegis broytingar, so leingi skúlin hevur lærararnar at taka sær av undirvísingini.
- Vit arbeiða út frá hugmyndini bygdin í skúlanum og skúlin í bygdini; tað er at taka støði í tí staðbundna og nærumhvørvinum. Tað hevur týdning, at skúlin speglar tað, sum rørir seg í nærumhvørvinum. Sumt av tí, sum næmingarnir kunnu velja, er kent fyri teir. Tó hevur skúlin gjørt ta broyting, at næmingar kunnu velja eftir egnum áhuga, sigur skúlastjórin, sum greiðir víðari frá.
- Arbeitt verður helvt um helvt ástøðiligt og verkligt. Onkur heldur, at vit eru afturlítandi, men tað kann eisini vera gott. Hjá okkum hevur tað havt týdning, at næmingarnir læra um tað, sum er viðkomandi og gevur meining fyri teir. Tað hevur víst seg, at børnunum dámar hetta sera væl, og so læra tey nógv ymiskt, sum nógv teirra hava ella fáa gagn av. Hetta hevur í øllum førum fangað nógv teirra. Vit síggja tað aftur í bygdini, eitt nú við at næmingarnir hava fingið grundleggjandi førleikar í sjóvinnu. Náttúran er ikki fremmand fyri tey, og virki og arbeiðspláss eru sera beinasom og taka væl ímóti næmingunum, sigur Tom Joensen, skúlastjóri.
Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2026
![]()
Mynd: Skúlablaðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald