Fríggjadagin 12. Juni 2026 verjir Gunnhild Helmsdal sína ph.d.-ritgerð
Hon snýr seg um koronufarsóttina, og hvørja ávikran hendan hevur havt á fleiri føroyingar. Heitið er “Long COVID in the Faroe Islands”
Heimasíðan hjá Granskingarráðnum skrivar, at verjan verður klokkan fríggjadagin 13:00 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Verjan verður á enskum máli.
Sum ph.d.-lesandi hevur Gunnhild verið starvssett í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.
Í vegleiðaratoyminum eru
Maria Skaalum, adjungeraður professari á Setrinum, høvuðsvegleiðari.
Pál Weihe, professari, hjávegleiðari
Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og granskari, hjávegleiðari
Í metingarnevndini sita Anna Sofía Veyhe. Helena Liira og Thomas Benfield. Tey eru ávikavist lektari á Setrinum (forfólk), professari á University of Helsinki og Thomas Benfield, professari á University of Copenhagen.
Til ber at lesa føroyska samandráttin av av ritgerðini her
Ritgerðin er eisini tøk á Pure-vanganum hjá Gunnhild Helmsdal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald