Innanlands

– Jógvan Páll Lassen eigur at koma við einari umbering

Tað sømir seg ikki at brúka Alzheimers sum skeldsorð, siga limir í Alzheimerfelagnum um lesarabrævið, sum Jógvan Páll Lassen, advokatur legði út herfyri

Nevndin í Alzheimerfelagnum (Mynd: Alzheimerfelagið/Facebook)

Nevndin í Alzheimerfelagnum (Mynd: Alzheimerfelagið/Facebook)

2021-04-28 11:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Alzheimerfelagnum finnast tey hvassliga at Jógvan Páll Lassen, advokati, fyri lesarabræv hansara, sum varð sent miðlunum mánadagin.

Undir yvirskriftini "Hevur Astrup fingið alzheimers" finst Jógvan Páll Lassen at fyrrverandi stjóranum í gamla Eik Banka, Jørn Astrup Hansen, sum í grein í seinasta Vikuskiftissosialinum kemur við tyngjandi ákærum móti Eyðun Mørkøre, stjóra á Taks, og tað er júst hendan yvirskriftin, sum hevur skapt øsing.

Les eisini: - Halda ákærurnar fram má eg umhugsa at stevna

Á sosialu miðlunum ilskast limir í Alzheimerfelagnum inná málburðin hjá Jógvan Páll Lassen. Tað hóaskar seg ikki at brúka eina slíka diagnosu sum skeldsorð, og halda fleiri, at hann burdi komið við einari almennari umbering.

Ann-Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum, skrivar soleiðis til Jógvan Páll Lassen, á Facebook:

Tey vóru mong við mær, ið fingu sum vátan vøttin frammaná, tá ið vit í gjár lósu yvirskriftina, ið tú skrivaði ímóti Jørn Astrup Hansen.

Ein blandað kensla av harmi, sorg, ómegd og øði fór gjøgnum høvdið av, at tey fólk, ið vit royna at hjálpa, vórðu brúkt sera niðrandi um ein, ið tú ert ósamdur við.

Vanliga eru vit ikki erkvisin, men álvaratos, Jógvan Páll Lassen, onkra aðra betri lýsing átti tú at dugað at funnið í hesum føri enn at brúka tey, ið av góðum grundum einki formáa sær.

Vart tú nakað mannfólk, tókst tú hasi orðini í teg aftur og gavst teimum, ið hava fingið staðfest Alzheimers og avvarðandi teirra, eina treytaleysa umbering fyri sera óhepnu orðingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder