Innanlands

– Kann tað vera rætt, at eingin onnur ferja var tøk?

Hans Jacob Thomsen vil m.a. hava Jóhan Christiansen at greiða frá, um har vóru aðrar ferjur, sum lúka krøvini at avloysa Smyril, og hvat tað kostar at leiga Galaxy

Galaxy avloysir á Suðuroyarleiðini, meðan Smyril er í dokk (Savnsmynd)

Galaxy avloysir á Suðuroyarleiðini, meðan Smyril er í dokk (Savnsmynd)

2025-09-04 14:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvat er kostnaðurin hjá Strandfaraskipum Landsins at leiga ferjuna Galaxy at avloysa á Suðuroyarleiðini, meðan Smyril er í dokk? Nær varð sáttmálin undirskrivaður við felagið, sum eigur Galaxy? Og vóru aðrar ferjur, sum lúka krøvini at avloysa Smyril, tøkar at leiga?

Hetta eru spurningar, sum Hans Jacob Thomsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin sett Jóhan Christiansen, landsstýrismann í fiskivinnu- og samferðslumálum.

– Tað er ongin loyna, at fólk eru ónøgd, og seta spurningar við, hvussu vit aftur nú eru endað við einari loysn, ið ikki er nøktandi. Fólk seta spurnartekin við, um tað kann vera rætt, at ongin onnur ferja, ið kann røkja leiðina nøktandi, er at finna nakrastaðni, um SSL hevur brúkt nóg nógva orku til at finna rætta avloysaraskipið, og um tað í veruleikanum er ein spurningur um fíggjarliga raðfesting, skrivar Hans Jacob Thomsen í viðmerkingar til fyrispurningin.

Ein veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin 25. august, vísti, at ein meiriluti av teimum, sum búgva sunnanfjørðs, halda seg aftur við at ferðast um Suðuroyarfjørð, meðan Galaxy er í sigling.

Les eisini: Suðuroyingar himprast við at fara við Galaxy

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder