Núverandi samráðingarnar um vápnahvíld í Gaza eru kanska seinasti møguleiki at finna eina semju, sum fær ein enda á krígnum, sigur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken, sum vitjar í Ísrael í hesum døgum.
– Hetta er ein avgerandi løta - helst besti og kanska seinasti møguleikin fyri at fáa gíslarnar heim, finna semju um eina vápnahvíld og finna eina leið móti varandi friði og trygd, sigur hann á einum fundi við Isaac Herzog, forseta í Ísrael.
Blinken sigur, at amerikanski forsetin, Joe Biden hevur sent hann til Ísrael at fáa eina semju í lag.
– Tað er uppá tíðina, at tað verður gjørt. Og tað er neyðugt at tryggja, at eingin tekur stig, sum kunnu fáa tilgongdina burtur av leið, sigur hann sambært Ritzau.
Seinastu samráðingarnar í Katar endaðu uttan avtalu fríggjadagin, men ætlanin er at taka tær uppaftur í Egyptalandi í vikuni.
Eftir ætlan skal amerikanski uttanríkismálaráðharrin eisini hitta ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu og ísraelska verjumálaráðharran, Yoav Gallant í dag, upplýsir embætisfólk í amerikanska uttanríkismálaráðnum fyri tíðindastovuni Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald