Í vikuskiftinum hevur ivi verið sáddur um heilsustøðuna hjá Kim Jong-un, og hvar hann í roynd og veru er.
Norðurkoreanski einaráðisharrin hevur ikki verið sæddur alment síðani 11. apríl, og søgurnar hava gingið uppá, at hann hevði eina skurðviðgerð 12. apríl, ið ikki gekk so væl.
Les eisini: Er Kim Jong-un deyður?
Moon Chung-in, ið er ráðgevi hjá suðurkoreanska forsetan innan uttanríkisøki, slær tó fast, at Kim Jong-un livir og heilsan er góð - hann veit eisini, hvar Kim Jong-un er:
- Síðani 13. apríl hevur hann verið í Wonsan-økinum, og vit hava ikki sæð ella hoyrt nakað illgrunavert, sigur Chung-in við CNN.
Fylgisveinamyndir vísa, at serliga tokið hjá norðurkoreanska leiðaranum hevur verið við stóra húsið hjá honum í Wonsan síðani 21. apríl, skrivar danska TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald