Er norðurkoreanski einaráðisharrin Kim Jong-un deyður? Stríðist hann í løtuni fyri lívinum? Altjóða miðlar hava borið ymiskar søgur um heilsustøðuna hjá honum um vikuskiftið.
Sambært fleiri miðlum, siga keldur, at 37 ára gamli Kim Jong-un hevur verið skurðviðgjørdur í hjartanum, og at skurðviðgerðin ikki gekk so væl.
Sambært miðlinum Daily NK, hevur Kim Yong-un livað ein ósunnan lívsstíl, síðan hann var barn. Ein maður mitt í 30unum eigur annars at vera førur fyri at klára eina slíka skurðviðgerð, men sambært miðlinum, gekk tað ikki heilt sum ætlað.
Seinast Kim Jong-un varð sæddur var á einum fundi 11. apríl. Sambært Berlingske, var einaráðisharrin ikki til staðar 15. apríl, tá føðingardagurin hjá abba hansara, Kim Il Sung, varð hátíðarhildin í norðurkoreanska høvuðsstaðnum. Tað var Kim Il Sung, sum stovnaði Norðurkorea, og var talan sostatt um ein týdningarmiklan merkisdag í landinum. At Kim Yong-un ikki var til staðar hevur vakt ans.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at slíkt hendir. Í 2014 var Kim Jong-un eisini burturstaddur í meira enn ein mánað, og kom hann aftur á høkjum. Tað kom tó seinni fram, at hann hevði havt ein vøkstur á øklinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald