Kommunufelagið langaði seinnapartin út eftir landsstýrismanninum í heilsumálum fyri at sína Facebook støðudagføring um stongdu ellis og røktarheimini. Sambært kommunufelagnum hevur Kaj Leo Holm Johannesen stungið alla fakligheitina í ryggin.
Og á Facebook í kvøld svarar heilsumálaráðharrin aftur, men tað er á hansara persónliga profili, sum hann svarar á, leggur hann dent á.
- Eg eri glaður fyri at Kommunufelagið nú svarar aftur mínum persónliga skrivi á Facebook, eg veit eisini at Kommunufelagið nú ætlar at broyta mannagongdir fyri vitjandi á Ellis og Røktarheimum, tað var tað sum var mítt poeng takk fyri, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.
- Eg eri sjálvur avvarðandi sum sonur, tí setti eg spurningin. Mær vitandi hava vit talufrælsi. Tað verður seinur dagur áðrenn Kommunufelagið skal avgera hvat eg skrivi og ikki á mínum Facebook vanga, staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen.
Les eisini: Kommunufelagið: Retoriskt spottandi heilsumálaráðharri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald