Uttanlands

– Kommunurnar mugu fyrireika seg at yvirtaka alt demensøkið

Tað sigur Alzheimerfelagið, nú kommunurnar eisini skulu vara av teimum yngru við demenssjúku

Limir i nevndini í Alzheimerfelagnum saman vi borgarsjtóranum í Runavíkar kommunu. Frá vinstru: Hilmar Augustinussen, Lív Mikkelsen, Torbjørn Jacobsen og Unn Justinussen (Mynd: Alzheimerfelagið)

Limir i nevndini í Alzheimerfelagnum saman vi borgarsjtóranum í Runavíkar kommunu. Frá vinstru: Hilmar Augustinussen, Lív Mikkelsen, Torbjørn Jacobsen og Unn Justinussen (Mynd: Alzheimerfelagið)

2025-12-08 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kommunurnar mugu fyrireika seg at yvirtaka alt demensøkið.

Hetta var høvuðsboðskapurin, tá Alzheimerfelagið herfyri hevði fund við Kommunufelagið og allar borgarstjórarnar.

Tað var Alzheimerfelagið, sum hevði biðið um fund við Kommunufelagið, nú kommunurnar eisini skulu vara av teimum yngru við demenssjúku.

– Alzheimerfelagið fegnast stórliga um, at demensøkið loksins verður savnað hjá einum myndugleika. Hetta er nakað felagið hevur arbeitt fyri í longri tíð, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

– Men yvirtøkan krevur nakað av kommununum, og tí er alneyðugt, at eldrasamstørvini og Tórshavnar kommuna taka hesa uppgávu á seg og raðfesta hana høgt.

Alzheimerfelagið sigur seg hava góðar vónir um, at hetta verður gjørt og bjóðar sær eisini til at vera ein aktivur samstarvspartur í tilgongdini.

Alzheimerfelagið vísir á ymisk viðurskifti, sum kommunurnar og eldrasamstørvini eiga at hava í huga í sambandi við yvirtøkuna.

Talan er m.a. um vitanardeiling og samstarv um tilboð málrættað teimum yngru, góða og fakliga skikkaða leiðsla, serstøk tilboð til yngri við demenssjúku og teirra avvarðandi, at varðveita og menna dagtilhaldið á Glyvrum og Skotarók, og serstakar búeindir til yngri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder