placeholder
Innanlands

- Kringvarp Føroya stuðlar fíggindum Ísraels

Vinafelagið Føroyar-Ísrael fýlist á tíðindini, sum vórðu lisin upp í útvarpinum gjáramorgunin

2018-07-16 08:28 Author image
Oda Strøm
placeholder

Sunnumorgunin vóru tíðindini lisin upp í útvarpinum, at "Ísrael hevur framt harðligt álop í Gazageiranum".

Útvarpið las upp klokkan 10 gjáramorgunin, at ísraelsk flogfør lupu á leygardagin á mál í Gaza-geiranum, og palestinar svaraðu aftur við at senda fleiri mortarabumbur og rakettir inn í Ísrael.

- Tað sigur ísraelski herurin sambært Reuters, segði útvarpið.

- Hesar seinastu mánaðirnar hevur javnan verið ófriðarligt við markið millum Gaza og Ísrael, og ein palestinskur talsmaður sigur sambært Reuters, at Egyptaland og onnur á altjóða pallinum eru í sambandi við bæði Ísrael og Palestina fyri at fáa vápnahvíld í økinum, stendur at lesa á kvf.fo.

Vinafelagið Føroyar-Ísrael hevur svarað uppá tíðindini, ið vórðu borin sunnumorgunin í lesarabrævi við yvirskriftini: "Kringvarp Føroya stuðlar fíggindum Ísraels", har tey fýlast á, at Kringvarpið ikki eftirkannar tíðindini frá tíðindastovuni Reuters, áðrenn tey verða lisin upp. 

- Onki verður sagt um hví Ísrael leyp á mál í Gaza! Ikki eitt orð um, at nærum 200 rakettir hava regnað niður yvir suður-Ísrael síðan fríggjadagin! Sagt verður okkum, at "palestinar" svaraðu aftur! Tað verður ikki greitt frá, at tað er yvirgangsfelagsskapurin Hamas, sum stendur aftanfyri! Og sagt verður sjálvandi ikki, at um rakettirnar úr Gaza hildu uppat, so var friðarligt við markið!

- Hví eftirkannar Útvarpið ikki tíðindini frá Reuters! Public Service - eg meini tað, sigur Dánjal Poulsen fyri Vinafelagið Føroyar-Ísrael.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder