Innanlands

- Kundu yvirtikið alt alment teldupostssamskifti

Álopið á nic.fo ræðir føroyskan KT-trygdarserfrøðing. Hetta er sera álvarsligt, sigur hann

Ragnar Joensen, KT-trygdarserfrøðingur (Privatmynd)

Ragnar Joensen, KT-trygdarserfrøðingur (Privatmynd)

2018-09-28 06:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað sum ræðir meg við hesum álopinum er, at hakkararnir, við atgongdini, sum tað ljóðar at teir hava fingið, saktans kundu yvirtikið inngangandi teldupostkommunikatión fyri alt tað almenna, við at yvirtikið eitt økisnavn.

Soleiðis sigur Ragnar Sigurðsson Joensen, KT-trygdarserfrøðingur, um álopið, sum um vikuskiftið varð framt á nic.fo - heimasíðan har øll .fo nøvn verða umsitin.

- Teir kundu sett ein servara upp, sum móttók allan teldupost, og víðarsent til rætta stað, soleiðis at tað sá soleiðis út sum um onki var hent, til dømis, greiðir Ragnar Sigurðsson Joensen frá.

- Hetta hevði givið teimum atgongd til inngangandi teldupostar fyri taks.fo, logting.fo, heilsutrygd.fo og so víðari, sigur hann.

Víðari sigur hann, at um hakkarnir vildu, kundu teir yvirtikið portalbank.fo, sum er økisnavnið, har ið netbankin fyri allar bankarnar í Føroyum er.

- Hetta er sera álvarsligt, sigur KT-trygdarserfrøðingurin, sum eftirlýsir betri trygd.

Teldusníkarnir úr Turkalandi, sum lupu á um vikuskifti, søgdu seg bert gera tað til stuttleika, men sum skilst fingu teir fulla atgongd til alla skipanina, og kundu gjørt sera stóran skaða.

Mynd: Sverri Egholm

Telefonbók á netinum
Á nic.fo verður DNS stýrt, og tað kann samanberast við eina telefonbók. DNS avger, hvar brúkarin verður beindur, um hann t.d ætlar sær á portal.fo.

- Høvdu vit ikki DNS, vóru fólk noydd at minnast til IP-adressur, so at fyri at vitja Portalin høvdu fólk verði noydd at skriva 176.10.87.166, greiðir Ragnar Sigurðsson Joensen frá.

Tað sama er galdandi, tá tað kemur til teldupostar.

Løgreglan kannar málið
Tekniska kanningareindin hjá løgregluni kannar í løtuni málið, og hóast álopið bleiv steðgað, so verður sagt, at sníkarnir hava fingið fatur í teldupostadressum og loyniorðum hjá øllum brúkarum á nic.fo. Upplýsingar um gjaldskort o.a. eru ikki raktir av álopinum.

Nic.fo varð sløkt fyri at steðga álopinum og letur uppaftur mánadagin í nýggjari skipan. Øll navnaøki eru sostatt nú í tryggum kørmum og verða ikki ávirkað av hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder