Innanlands

– Kunnu ikki góðtaka at arbeiðið at sundurskilja SEV verður gjørt í loyndum

Kommunufelagið og nevndin í SEV høvdu í dag fund fyri øllum borgarstjórunum um ætlaðu sundurskiljingina av SEV

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-08-21 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hevði Kommunufelagið og nevndin í SEV fund fyri øllum borgarstjórunum í landinum, har ætlanin hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og
vinnumálum, um at skilja interkommunala felagsskapin SEV sundur, var til viðgerðar.

Á fundinum varð gjørd soljóðandi samtykt:

Kommunurnar kunnu ikki góðtaka:

  • At lógarfyrireikandi arbeiðið at sundurskilja SEV verður gjørt í loyndum, uttanum ta serfrøðina sum Interkommunali Felagsskapurin SEV hevur bygt upp í nærum 75 ár.
  • Í øðrum lagi, at ætlanin er at gera hesar broytingar, uttan at nakað veruligt samskifti hevur verið millum eigaran – tær føroysku kommunurnar – og Landsstýrið.

Kommunurnar krevja tí:

  • At serfrøðin hjá SEV verður við í arbeiðinum at lýsa og greina tær avleiðingar, sum uppskotið hjá landsstýrimanninum fær fyri føroyska samfelagið.
  • Í øðrum lagi, at hendan greining verður grundarlag undir samskifti og samráðingum millum land og kommunur, áðrenn Landsstýrið tekur støðu til at leggja nakað lógaruppskot um hetta fyri Løgtingið.

Hetta varð einmælt samtykt á fundinum í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder