
- Vit kunnu ikki góðtaka at selja út uppá trygdina. Føroyingar eru ein siglandi tjóð. Okur vita hvussu týðandi trygdin er, og tað skal so lítið til í slíkum førum.
Jóannes Eidesgaard helt í sendingini "Sjórnin" í gjár fyri, at málið um hekkuportrið á Galaxy, er steindur omaná byrðu í støðuni í løtuni. Kringvarpið hevur víst á, at hekkuportrið var opið undir túri hjá avloysaraskipinum um Suðuroyarfjørð 1. september. Manningin og Strandferðslan vísa aftur, at tey kenna nakað til hetta, men ótryggleiki merkist millum fólk.
Sí eisini: Kenna ikki til at hekkuportrið var opið - málið er hjá Sjóvinnustýrinum
Fyrrverandi løgmaður og formaðurin í Javnaðarflokkinum setur eisini av álvara spurnartekin við, um nógv nógv varð gjørt fyri at fáa eitt betri skikkað avloysaraskip og eisini um sjálva "time'ingina":
- Skulu vit keypa tað, at tað ikki bar til at fáa eina aðra ferju? Man hevur vitað í langa tíð, at Smyril skal í dokk. Strandferðslan hevur møguleikan at verða skrivað á dokk-listan men eisini til at av avgerða, nær dokkingin skal verða. Tað má hanga saman við, hvat tíðspunkt liggur best, í mun til at finna ein avloysara. Eg eri bangin fyri, at planleggingin hjá Strandferðsluni ikki hevur verið nóg góð í hesum førinum...næstan so man hevur sagt: "Nú hava vit bara hesa Galaxy einaferð afturat og hopa at tað gongur sum frægast".
Møguliga eitt nýtt skip
Jóannes Eidesgaard sigur eisini um støðuna á Suðuroyarleiðini, at hann ikki kann lata vera við at hugsa um, at har var ein møguleiki hjá Landsstýrinum fyri at keypa eitt skip, sum var størri enn Smyril, silgdi skjótari enn Smyril, eitt ár yngri enn Smyril og tók fleiri bilar og fleiri fólk enn Smyril.
Hetta kundi keypast av Gran Canaria fyri umleið 180 milliónir krónur, og so kundi man havt tvey skip og nógv aðrar møguleikar eisini - tí um so Suðuroyartunnilin kemur, so er tað ikki fyrrenn yvir 10 ár í framtíðini. Man hevur sitið ov nógv á hondunum í hesum, og tað eru - aftur - skeivar raðfestingar, heldur Jóannes Eidesgaard og peikar millum annað á Fámjinstunnilin.
Hinir í panelinum, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen eru ógvuliga samdir í hesum. Tórbjørn Jacobsen heldur, at vantandi atgeðirnar vísa aftur til generellu linjuna í Tinganesi, og at hetta ikki hevði verið hent fyrr.
Sí eisini: Video: - Tað eru nikkidukkur, sum verða valdar til landsstýrissfólk
Hoyr alla sendingina her - parturin um Suðuroyarleiðina byrjar eftir umleið tólv minuttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald