Uttanlands

– Læknarnir høvdu fyrireikað seg til tað ringasta

Læknarnir høvdu eina ætlan fyri, hvat teir skuldu gera, um hann doyði av COVID-19, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson við hundinum, Dilyn (Mynd: EPA)

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson við hundinum, Dilyn (Mynd: EPA)

2020-05-03 13:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var ongantíð nøkur sjálvfylgja, at Boris Johnson fór at vinna í stríðnum móti COVID-19, og læknar høvdu fyrireikað seg til tað ringasta.

Tað sigur bretski forsætisráðharrin í samrøðu við blaðið The Sun.

– Tað var ein kritisk støða, tað vil eg viðurkenna, sigur Boris Johnson, sum greiðir frá, at læknarnir høvdu eina ætlan fyri, hvat tey skuldu gera, um hann doyði.

– Eg var ikki beinleiðis í toppformi, og eg visti, at ein ætlan varð gjørd. Læknarnir høvdu allar møguligar avtalur um, hvat tey skuldu gera, um tað endaði heilt galið.

55 ára gamli Boris Johnson fekk staðfest COVID-19 í endanum av mars, og eftir at hava havt mild sjúkueyðkenni í tíggju dagar, versnaði støðan brádliga, og hann varð innlagdur 5. apríl. Dagin eftir varð hann fluttur á intensiva deild, har hann varð liggjandi í tríggjar dagar. Eftir átta dagar varð hann útskrivaður.

Boris Johnson ásannar, sambært Ritzau, at tað kundi gingið báðar vegir.

– Tað er ringt at trúgva, at heilsan hjá mær kundi gerast so vánalig uppá nakrar fáar dagar. Eg minnist, at eg var ørkymlaður. Eg skilti ikki, hví støðan hjá mær ikki batnaði, sigur hann.

Bretski forsætisráðharrin hevur síðani takkað heilsustarvsfólkunum, fyri at tey bjargaðu lív hansara. Mikudagin átti unnasta hansara, Carrie Symonds, ein son, sum fekk navnið Wilfred Lawrie Nicholas Johnson, sum m.a. er uppkallaður eftir teimum báðum læknunum, sum tóku sær av honum: Nick Price og Nick Hart.

Uttanríkismálaráðharrin, Dominic Raab hevur verið virkandi forsætisráðharri, meðan Boris Johnson hevur verið sjúkur, men mánadagin fór forsætisráðharrin aftur til arbeiðis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder