![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Nú haldi eg, at landsstyrið má traðka í karakter. At stýra einum landi í kreppu við at "mæla til", "tilmælum" og hugtøkum sum "sáttmála við fólki" ber snøgt sagt ikki til.
Hetta skrivar Christian Fríðbjart Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, á Facebook í morgun.
Hann er bersøgin og finst at framferðarháttinum. Serliga er tað viðurskiftini viðvíkjandi fólkum, ið koma inn í landið.
- Eg veit, at flestu fólk, sum koma til Føroyar vísa ábyrgd og akta boðini, men tíverri veit eg eisini um fólk, sum ikki yvirhalda "sjávbodna" sóttarhaldi. Um vit avbyrgja tey, sum koma til landið, kunnu vit samstundis opna føroyska samfelagið aftur, skrivar Christian Andreasen.
Til tað krevst at Landstýrið herðir farsóttalógin - eitt stig ið tað ikki hevur ynkst at taka, tí at ætlanin byggir á álit.
- Landsstyrið má útvega sær neyðuga lógarheimild, sum gevur heimild fyri at seta avmarkingar fyri ferðafólk, sum ferðast úr útheiminum til Føroyar. Hettar er ein trupul uppgáva, men hon er neyðug.
- Eg sigi ikki, at vit skula samtykkja allan pakkan av herðingini av epidemilógini, men vit mugu hava rygg til at seta neyðg tiltøk í verk í hesum døgum, skrivar tingmaðurin, ið nevnir Ísland sum dømi, sum eitt land ið setur ferðafólk í tvungið sóttarhald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald