Føroya Kommunufelag hevur í dag sent út hvassorðað skriv, har tær mótmæla, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, ikki vildi góðtaka sáttmálan, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í farnu viku gjørdi við Starvsmannafelagið
Talan er um álvarsligt fyrisitingarligt brot, skrivar felagið millum annað í skrivinum og heitir á landsstýrismannin um at endurskoða avgerð sína.
Sí skrivið á lesarin.fo: Fíggjarmálaráðharrin brýtur stýrisskipanarlógina og kommunustýrislógina
"Avgerðin ger seg inn á kommunala sjálvræðið á ein slíkan hátt, at hon stríðir grundleggjandi ímóti Stýrisskipanarlógina og er beinleiðis brot á Kommunustýrislógina", skrivar felagið.
Tær vísa á, at heimildin hjá landsstýrismanninum í kommunustýrislógini at góðkenna sáttmálar er givin fyri at tryggja eitt javnt alment lønarlag.
"Góðkenningin skal sostatt til dømis ikki brúkast til at røkka onkrum politiskum endamáli hjá landinum", skrivar felagið, og hildið verður fram í sama hvassorðaða tónalagi:
"Beint tvørturímóti endamálinum við heimildini at góðkenna sáttmálar, er endamálið við avgerð landsstýrismansins at skapa ójavna millum lønarlagið hjá landi og kommunum á annars fult samlíkum sáttmálaøki.
Landsstýrismaðurin grundgevur við øðrum orðum fyri avgerðini við at vísa til endamál, sum lógin als ikki hevur við, og sum stríða ímóti endamálinum við henni".
""Boðini" (frá landsstýrismanninum, red) eru tí ikki annað enn hansara politiska meining, og eyðvitað kann hvørki ein landsstýrismaður ella eitt vanligt embætisfólk grundgeva fyrisitingarligu avgerðir sínar við politiskum meiningum.
Hetta – at misnýta tað valdið, sum lógin hevur givið tær til at fremja eitt heilt annað endamál enn tað sum lógin er um – eitur á lógarmáli "valdsreingjan", og er altíð eitt álvarsligt fyrisitingarligt brot. Um orsøkin er vánalig ráðgeving frá fyrisitingini ella tí at landsstýrismaðurin misnýtir vald sítt vita vit ikki".
Alt skrivið hjá Kommunufelagnum kann lesast á lesarin.fo
Les eisini: Løgfrøðingur ivast í heimildini hjá Jørgeni Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald