Innanlands

- Leiðslan í hvørjum einstøkum skúla hevur ábyrgdina

Aðalstjórin í Mentamálaráðnum segði á tíðindafundinum, at um góðar umstøður eru til at hava næmingarnar heima, so mugu teir gjarna tað

Poul Geert Hansen gjørdi eins og landstýrismaðurin greitt, at tað ikki er møtiskylda, og at skúlagongdin verður sjálvandi merkt nakað av støðuni (Mynd: Sverri Egholm)

Poul Geert Hansen gjørdi eins og landstýrismaðurin greitt, at tað ikki er møtiskylda, og at skúlagongdin verður sjálvandi merkt nakað av støðuni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-08 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á tíðindafundinum um støðuna á dagstovnum og skúlum, ið framvegis er í gongd, segði Poul Geert Hansen, at leiðslan í hvørjum einstøkum skúla hevur ábyrgd fyri, hvussu latið verður uppaftur 20 apríl, tá skúlatilboð aftur er fyri 1-3 flokk. Hann legði eisini dent á, at hjálp kann heintast hjá nýggju korona-ráðgevingini.

Dagarnar eftir páskir verða nýttir til at av álvara fyrireika og tosað um mannangongdir - millum annað um hvussu skal gerast við fríkorterum. Aðalstjórin gjørdi greitt, at tilmæli er, at fýra fermetrar skulu vera til hvønn persón, og tí er eisini avmarkað hvussu nógv kunnu verða í hvørjum flokshølli.

Les eisini: Svar um endaligu próvtøkurnar á miðnámi kemur skjótt
 
Poul Geert Hansen segði, at um góðar umstøður eru til at hava næmingarnar heima, so mugu teir gjarna verða tað. Tað er ikki møtiskylda, og tilfar verður sent. Tað hevur víst seg at verða ein avbjóðing at hava undirvísing fyri tey yngstu heima, hóast tað hevur eydnast væl hjá ymskum skúlum. Í mun til undirvísingina í 4-10 flokk skal hon tillagast ymsastaðni, segði aðalstjórin.

Í mun til endaligu próvtøkurnar á miðnámskúlunum segði Poul Geert Hansen, at tað møguliga í dag verður tikið avgerð í Danmark, og so skjótt sum tað er gjørt, verður tosað meira um tað í Føroyum. Tað verður allarhelst ein avgerð, ið fer at líkjast nógv henni í Danmark. Millum  annað tí at próvtøkuuppgávur koma í Danmark, og tí at nógvir føroyingar fara til júst Danmarkar at lesa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder