
Á tíðindafundinum í Kringvarpinum hevði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður eini serlig boð til útisetar, sum ætla sær heim til Føroya á jólum.
– Sjálvandi eru tit vælkomin heim á jólum, men tit hava eina serliga ábyrgd, tá tit koma úr londum við høgum smittutrýsti, segði hann.
– Vísið ábyrgd og latið tykkum kanna áðrenn fráferð.
Eisini í hesum sambandi minti hann á tilmælini um at vísa serligt ans teir fyrstu dagarnar, og at minnast til kanningina á 6. degi.
– Soleiðis verja tit tykkum sjálvi, familjur tykkara og tykkara land. Eg havi álit á tykkum, segði løgmaður.
Í sambandi við jólaborðhald segði løgmaður eisini, at tað var skilagott at halda tilmælið um at savnast í mesta lagi 20 fólk til jólaborðhald.
Samstundis minti hann á, at tilmælini um ikki at savnast fleiri enn 100 fólk til tiltøk, tíggju dagar sóttarhald, og frástøðu á 1-2 metrar framvegis eru galdandi. Umframt hetta eiga størri tiltøk sum veitslur, festivalar o.a. framvegis at verða útsett ella avlýst.
Dagførd kl. 9.54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald