Áður hevur ein veruliga verið noyddir at hugsa seg um og valt týskt, um ynski var at fara á hugbreyt - fyrr málsligu deild - á miðnámi.
Men nú verður tað ikki longur neyðugt í Føroyum.
'Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur í kunngerð gjørt av at broyta kravið um týskt sum upptøkukrav til hugbreyt.
Tað staðfestir Mentamálaráðið á heimasíðu sínari.
Broytingin merkir, at nú fer at bera til at søkja inn á hugbreyt uttan at hava havt týskt í fólkaskúlanum. Hetta verður gjørt í einari vón um, at fleiri fara at velja hugbreytina á gymnasialum miðnámi.
- Seinastu árini hava alsamt færri søkt um upptøku til hugbreytina á gymnasialum miðnámi. Ein orsøk er helst, at týskt aftur varð sett inn sum upptøkukrav fyri nøkrum árum síðani, skrivar mmr.fo.
Á hugbreytini skulu næmingar velja fremmandamál - týskt, franskt ella spanskt. Hevur tú havt týskt í fólkaskúlanum, so kanst tú fáa týskt sum framhaldsmál á hugbreytini. Hevur tú ikki tað, ber til at velja týskt sum byrjanarmál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald