Innanlands

- Løgmaður skal umgangandi fara í holt við at broyta stýrisskipanarlógini

- Eftirhondini ganga ov nógvir aðalstjórar og trekkja løn frá føroyska fólkinum. Tórbjørn Jacobsen og hinir í Stjórini eru samdir í at fastlæsa talið av aðalráðum og fegnast teir um, at politiska skipanin nú hevur lurtað

Tórbjørn Jacobsen í Stjórnini (Mynd: Sverri Egholm)

Tórbjørn Jacobsen í Stjórnini (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-06 17:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin fall hamarin í Tinganesi: Trý landsstýrisfólk og tríggir aðalstjórar skulu frá 1. desember. Hetta er eitt úrslit av fyrstu tilmælunum hjá Nýskipanarnevdini, sum løgmaður sjósetti seint í summar.

Les meira: Blóðbaðið í Tinganesi

Sí eisini: Spara umleið 20 milliónir - eisini broytingar hjá aðalstjórum

Í sendingini "Stjórnin - politikkur á skák" hava Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen javnan tosað um heldur nógv aðalráð, aðalstjórar og stóra almenna geiran.

Harvið fegnaðust royndu politikkarnir partvíst í sendingini mikudagin.

- Løgmaður hevur so víst megi, í mun til at hann kann taka nakrar avgerðir.

Teir undraðust tó eitt sindur á ymisk val, í mun til samanseting av ráðum og landsstýrisfólki.

- Skulu hyggja uppá stýrisskipanarlógina

Nýskipanarnevdin skýtur upp, at tað framyvir verður fastlæst, at Føroya Landsstýri hevur seks aðalráð - har er løgmansembætið eitt teirra. Í rásarúminum var semja um, at hetta kann vera eitt gott hugskot.

- Eg haldi, at løgmaður skal umgangandi fara í holt við at broyta stýrisskipanarlógini, staðfesti Tórbjørn Jacobsen og helt fram

- Um tað verður fastlæst við seks ráðum, so rokni eg við, at tú kemur at síggja aðalstjórar sum sita meginpartin av lívinum - um teir annars kunnu brúkast.

Hann heldur, at í ov stóran mun hava aðlstórjarnir verið tengdir at "reikinum" hjá løgmanni, og at tað er ov óstøðugt og ov stórt spill í summum førum.

Ein broyting í stýrisskipanarlógini krevur, at tvey fylgjandi løgting samtykja tað. Tí mælir serliga Tórbjørn Jacobsen til, at løgmaður fer í gongd við hetta sum skjótast. tað var eisini nakað, sum Aksel V. Johannesen tosaði um á tíðindafundinum týsdagin.

Hoyr alla sendingina her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder