Uttanlands

- Løkke fór frá góðum samráðingum

Nú má Venstre fortelja okkum, hvussu man ætlar at takkla hetta, staðfestir Mette Frederiksen

Mette Frederiksen vil ikki svara uppá, um Socialdemokratiet fer at sita í andstøðu, uttan so hon verður statsministari (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Mette Frederiksen vil ikki svara uppá, um Socialdemokratiet fer at sita í andstøðu, uttan so hon verður statsministari (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

2026-05-11 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Drúgvu samgongusamráðingarnar í Danmark tóku eina brádliga vend fríggjadagin, tá Lars Løkke Rasmussen fór frá samráðingunum. Úrslitið av einum nýggjum kongsumfarið gjørdist, at Troels Lund Poulsen varð útnevndur til samráðingarleiðara.

Harvið hevur formaðurin í vinstra flokkinum (Venstre) nú mandatið. 

Tað merkir ikki, at alt nú gongur við rúkandi ferð. Og meðan bíðað verður eftir nýggjari stjórn í Danmark, hoyrast viðmerkingar frá øðrum politikkarum, sum ikki sleppa uppí. Ein teirra er virkandi statsminastarin, sum nú stendur til ikki at gerast tað aftur.

- Nú er Lars Løkke farin frá teimum samráðingunu, vit vóru farin í gongd við, og sum eg hildu vóru góðar: Felagsmongdin var sterk og progressiv, sigur Mette Frederiksen við danskar miðlar í dag.

- Nú má Venstre fortelja, hvussu flokkurin tey hava hugsa sær at takkla hetta. 

Mette Frederiksen vil ikki svara uppá, um Socialdemokratiet fer at sita í andstøðu, uttan so hon verður statsministari.

Forkvinnan í flokkinum vísir tó á, at Venstre í valdystinum hevur gjørt greitt, at man fer eftir at gera eina brogarliga stjórn. Og Socialdemokratiet verður ikki partur av slíkum.

[object Object]
(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder