
Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, gjørdist harmur um at lesa tíðindini um heimleysa persónin, sum í morgun og í gjár varð førdur burtur av sjúkrahúsinum av løgregluni.
- Eg eri stúrin um gongdina og harmur um, at landssjúkrahúsið velur at senda boð løgregluni fyri at koyra mannin á Herbergið, sigur Martin Kúrberg.
- Maðurin hevur eitt misbrúk, ja, eitt stórt misbrúk. Men tað er ikki orsaka av, at hann er heimleysur, at hann ikki vildi av sjúkrahúsinum. Maðurin er álvarsliga sjúkur, heilt álvarsliga, og eigur ikki at verða tveittur á gøtuna aftur, tí hann hevur tørv á viðgerð. Antin á sjúkrahúsi ella onkrum viðgerðarstovni, sigur Martin Kúrberg.
- Eg var á herberginum í morgun og sá og tosaði við mannin, sum løgreglan kom við av Landssjúkrahúsinum. Viðkomandi er so illa fyri, at hann fyri vist endar á sjúkrahúsinum aftur seinni dag. Eg skilji ikki, at heilsuverkið ikki innsær, at maðurin hevur tørv á viðgerð, og at tað er tí, at hann ikki torir av landssjúkrahúsinum aftur. Okkara heilsuverk eigur at kunna taka sær av øllum borgarum – eisini teimum, sum hava eitt ógvusligt misbrúk, sigur leiðarin á Herberginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald