
- Sjálvur haldi eg, at málið um rættindini hjá teimum samkyndu langt síðani átti at verið avgreitt og tað undrar meg, at samgongan ikki hevur megnað at gjørt eina semju í hesum málinum. Sjálvur havi eg tosað um hetta evnið við fleiri lyklapersónar í Fólkaflokkinum og eg føldi ikki at tað bleiv tikið í álvara tá.
Soleiðis skrivar Erling Mørkøre tíðilga í tíðindaskrivi, ið hann hevur orðað í gjár. Havnarmaðurin er formaður í Huxa Fólkafloksungdómur, og hann harmast almikið at samgongan kann slitna av málinum um sammóður, sum var fyri aðru viðgerð týsdagin - har tað varð samtykt við avgerandi atkvøðu frá Anniku Olsen - tí at vísur á, at Fólkaflokkurin noyðist at gera upp:
- Fólkaflokkurin er ein kristin flokkur, men hann skal eisini fylgja við tíðini. Vit eru ein konservativur flokkur, men tað merkir ikki, at vit ikki skulu broyta rættindi teirra samkyndu til tað betra. Fólkaflokkurin má gera upp við seg sjálvan, ynskja vit okkum eitt frælst land, har vit javnseta øll ella ikki.
Formaðurin í Huxa endar skrivið á hendan hátt:
- Sjálvandi skulu allir føroyingar hava somu rættindi.
Til ber at lesa í fullari longd á lesarin.fo
Les eisini:
Fólkaflokkurin skelkaður
Annika royndi til tað síðsta at finna eina loysn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald